Stjól 50.000 býflugur

Tey flestu, sum hava verið í Danmark um summarið, munnu hava runnið undan býflugum, men tað eru minni enn so øll, sum gera tað.

Fyri nøkrum døgum síðani varnaðist ein býflugualari í Jyllandi, at onkur hevði stolið 50.000 býflugur frá sær. Alarin alir býflugur fyri at fáa húnang burtur úr teimum, og sambært Berlingske Tidende væntar maðurin at missa nógvar pengar av stuldrinum. Tær stolnu býflugurnar eru einar 20.000 krónur verdar, og harafturat kemur so tann misti vinningurin av húnanginum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at býflugualarar í Jyllandi missa býflugur. Maðurin, sum nú var fyri stuldri, sigur tað ikki vera óhugsandi, at tað eru alarar, sum stjala frá hvør øðrum.