Stjól 4-mannafar

Leygarmorgunin fekk løgreglan eina fráboðan frá Havnarskrivstovuni í Havn um, at ein persónur hevði tikið eitt 4-mannafar og róði við bátinum á vágni.
Maðurin fór úr bátinum við Kongabrúnna, har hann fór úr bátinum uttan at binda hann. Løgreglan kom á staðið og fekk fatur á bátinum aftur, og maðurin bleiv eisini handtikin í miðbýnum um sama mundi. Maðurin var dýrandi fullur, verður upplýst av politistøðini í Havn, og hann kann nú vænta at verða ákærdur fyri brúkstjóvarí og brot á sjólógina.