Í morgun er komið fram, at løgreglumaðurin, ið var vaktarmaður á Utøya, er hin 51 ára gamli Trond Berntsen, ið er stjúkbróður til krónprinsessu Mette-Marit.
Hann var millum tey fyrstu, sum Anders Behring Breivik, skuldsetti drápsmaðurin, skjeyt.
Trond Berntsen var løgreglumaður, og hevði tikið eitt summarstarv á Utøya sum privat goldin vaktarmaður, og sambært eygnavitnum varð hann skotin í einum kúluregni, tá hann royndi at forða fyri, at ungdómarnir vórðu skotnir, skrivar vg.no.
Trond Berntsen hevði í fleiri ár havt starvið sum vaktarmaður á Utøya.
Vaktarmaðurin hevði 10 ára gamla son sín við á Utøya, og sambært vitnum tveitti hann sonin í trygd handan tvær gentur, áðrenn hann gav seg í lag við drápsmannin, og altso varð skotin.
Til gerandis starvaðist Trond Berentsen í Uttanríkistænastuni hjá løgregluni (PU).
Pápi Trond Berntsen, Rolf Berntsen, giftist við mammu Mette-Marit, Marit Tjessem, í 1994.










