Sum stuðul til nøkur fótbóltsfeløg ber nú til at keypa barnastivlar við búmerki hjá liðum í Vodafondeildini. Nú fáast barnastivlar til keyps við búmerkinum hjá nøkrum av fótbóltsfeløgnum í landinum. Ein føroysk fyritøka hevur fingið gjørt barnastivlar við búmerki og litinum hjá nøkrum liðunum í føroysku Vodafonedeildini.
Stivlarnir eru eisini gjørdir sum stuðul til fótbóltsfeløgini. Av hvørjum setti av stivlum, sum verða seldir, fara fjøruti krónur til fótbóltsfeløgini. Myndin vísir stivlar við búmerkjum hjá HB, EB/Streymi, B36 Víkingi og AB.