Fótbóltur
Eingin ivi er um, at EB/Streymur nú er fast inventar í bestu deildini. Tað hevur seinnu árini eingin ivi verið um, at VB hevur verið fast inventar í bestu deildini. Trumfin settu teir á í 2000, tá ið teir vunnu fyrsta og higartil einasta meistaraskapin.
Nú er VB langt frá gullinum. Spurningurin er, um teir fara at megna at halda tørn um plássið í bestu deildini. Tað verður greitt leygardagin, tá ið VB fer at seta sítt álit á, at NSÍ fer at taka øll stigini ímóti FS Vágum. Tað tykist í løtuni meiri upplagt, enn tað ger, at VB skal fáa stig ímóti B68. Sjálvt um VB fer at spæla í heimaskansanum á Vágseiði.
EB/Streymur spælir fyri at lyfta sær upp um miðstrikuna, har teir ongantíð hava verið áður. Setningin á heimavølli ímóti VB greiddu teir til fulnar. Enn eina ferð var Sorin Anghel hollur stuðul. Hann var bara á vøllinum í eitt korter. So noyddist hann at taka seg aftur, tí skaðin, sum síðani summarfrítíðina fleiri ferðir hevur hildið honum burtur, argaði. Men áðrenn hann fór av vøllinum, hevði vandamikli álopsspælarin skorað. Álopsfelagin hjá honum, Magni á Lakjuni, tóktist royna ímóti málinum. Skotroyndin var eitt sindur kiksað, men Sorin Anghel var fyrstur á, og hann skoraði til 1?0, meðan verjuspælið hjá VB ikki var í serliga góðum standi.
Heimaliðið var greitt omaná. Teir vunnu nærdystirnar, og teir fluttu seg betri enn gestirnir, sum ikki hava verið væl upplagdir leingi, og sum nú eisini stríðast við veruleikan, at tað meiri ella minni brennur undir teimum.
Hóast VB hevur nógvar evnaríkar spælarar, so hongur tað ikki nóg væl saman. Teir megna ikki at spæla seg til málmøguleikar, og teir eru ikki nóg avgjørdir í verjupartinum.
Stutt eftir steðgin staðfesti EB/Streymur heimasigurin. Gert Hansen, sum er komin í verjuna eftir summarsteðgin, og sum hevur skorað fleiri mál, var hægstur og við høvdinum sendi hann inn um Bjarna Johansen.
So var avgjørt, at stigini skuldu vera á Mølini, og at VB skuldi suður við ongum. EB/Streymur eigur leygardagin botnliðið Skála á útivølli. Fyri vágbingar ger tað næstan tað sama, hvussu tað fer at tørna út á Skála. Um vágbingar skulu sleppa undan eyka fótbóltsvikum og nervapirrandi uppgerðum ímóti tvørámonnum, so skulu teir fáa stig ímóti B68 ella hava eyguni vend ímóti Runavík, har teir skulu vóna, at NSÍ fer at vinna øll stigini ímóti FS Vágum.
EB/Streymur-VB 2-0 (1-0)
1-0 Sorin Anghel 11.
2-0 Gert Hansen 53.
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Gert Hansen, Egil á Bø, Andrzej Pacek, Bárður Olsen ? Jákup Martin Joensen, Marek Wierzbicki, Ronnie Samuelsen, Hans Pauli Samuelsen (Marni Djurhuus, 76.) ? Sorin Anghel (Hallur Jacobsen, 16.), Magni á Lakjuni.
Gult kort: Hallur Jacobsen
VB: Bjarni Johansen ? Predrag Zivkovic, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo ? Mortan úr Hørg, Milan Kuljic, Poul Poulsen (Sigmund Mikkelsen, 68.), Palli Augustinussen, Anders Sørensen ? Birgir Jørgensen, Brian Andresen.
Dómari: Dagfinn Olsen