Stinnur málverji skrivar undir við B36

Hóast hetta kappingarárið mest sum fór fyri einki orsaka av skaðum, so verður Símun Rógvi Hansen eisini í B36 tvey tey næstu árini

B36 boðar frá á heimasíðu síni, at felagið og málverjin Símun Rógvi Hansen hava skrivað undir sáttmála, sum ber í sær, at Símun Rógvi eisini í 2020 og í 2021 verður í B36.

Eingin ivast í, at 32 ára gamli Símun Rógvi Hansen telist millum bestu føroysku málverjarnar. Í ár hevur hann tó bara vart málið á besta B36 liðnum í tveimum dystum. Tað var í juni mánað, tá ið B36 vann 1-0 í Trongisvági, og tá ið tað í Gundadali ímóti NSÍ endaði 1-1. Serliga í Trongisvági vísti Símun Rógvi framúr málverjuspæl, sum var við til at vinna B36 øll stigini. Tey kunnu fara at vísa seg at vera heilt avgerandi í FM kappingini.

Símun Rógvi Hansen var í 2017, tá ið hann vardi NSÍ málið, kosin at vera besti málverjin í føroysku kappingini. Í fjør spældi hann ikki, tí hann var darvaður av krossbandsskaða. Undan kappingarbyrjan í ár varð sáttmáli undirskrivaður millum Símun Rógva og B36.

Knæskaðin hevur eisini í ár darvað, og umframt teir báðar omanfyri nevndu dystirnar á besta liðnum, hevur Símun Rógvi vart málið á næstbesta liðnum í fýra dystum.

Á B36 heimasíðuni verður sagt, at nú sær tað út til, at málverjin ikki longur er darvaður av skaðanum, og í felagnum siga tey seg vera fegin um, at nýggjur sáttmáli, sum er galdandi bæði í 2020 og 2021, nú er undirskrivaður.