Stinnastu telvararnir eru í Spíranum

Frítíðarskúlin Smílibýlið skipaði fríggjadagin fyri talvkapping millum frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu. Tað var stuttligt at síggja, hvussu íðin børnini vóru, og hvussu væl tey kláraðu at hugsavna seg. 

 

Helgi Dam Ziska var høvuðsdómari í kappingini, saman við Niels Petersen úr Smílibýlinum. 

 

Endaliga úrslitið varð, at Spírin fekk bæði fyrsta og annað plássið, og Hoyvík vann triða plássið í harðari kapping við Smílibýlið, ið endaði sum nummar 4.