- Tað er eingin loysn at stinga halan millum beinini.
Tað staðfestir Kristina Toftegaard, Larsen, næstforkvinna í landsnevndini hjá Sjálvstýrisflokkinum, nú hon hevur tikið endaliga støðu til stríðið seinastu tíðina innanfloks.
- Vit hava verið fleiri, ið hava roynt at fingið okkara ávirkan galdandi, at fáa vent gongdini í flokkinum áðrenn valstríðið byrjaði.
- Hetta hevur ikki eydnast, tí leiðslan í flokkinum hevur drálað sum longst við at áseta bæði aðalfund og eykaaðalfund. Tíverri hevur flokkurin mist okkurt gott fólk av hesum kleyvarskapi.
- Eg harmist um, at ynskini frá landsnevndarlimum og 38 flokslimum ikki vóru gingin á møti. Tað er tó eingin loysn at stinga halan millum beinini.
- Heldur mugu vit kempa fyri at fáa flokkin aftur á beina kós, og tí stilli eg upp til løgtingsvalið, sigur hon í kvøld.
Hon leggur afturat, at ásetti eykaaðalfundur tann 20. oktobur gevur onga meining og tað skilst, at kravið um hann er tikið aftur.
- Tí er bert eitt at gera og tað er at lata veljaran tala, sigur hon.