Stingið í sekkin

- Um Høgni Hoydal er farin at práta um at yvirtaka stig fyri stig, so er hann ikki mentur at halda gomlu kós Tjóðveldisfloksins, men hevur lagt seg uppat tí, ið Sjálvstýrisflokkurin og aðrir flokkar hava staðið fyri. Um hetta er støðan, so vænti eg at tey koma heim og leggja kongin, sigur Jóannes Eidesgaard

Høgni Hoydal vísir í blaðnum í dag á, at ein møguleiki, ið landsstýrið metir verða gongda leið, er at seta nýggja ríkissáttmálan í gildi í stigum. Heta merkir, at fullveldismálið er ikki avgreitt, fyrr enn um 15 ár.

Formaðurin fyri annan av stóru andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkinum, sigur, at um so er, so eiga samráðingarfólkini at stinga í sekkin og koma heim.

- Um Høgni Hoydal er farin at tosa um at taka yvir í stigum, so haldi eg at Tjóðveldisflokkurin skal stinga í sekkin og siga, at teir koma ikki á mál í sínum ætlanum. Tað var ongantíð stig fyri stig politikkur, ið eyðkendi Tjóðveldisflokkin, men heldur hinar flokkarnar, meðan Tjóðveldisflokkurin stóð á síðulinjuni og rópti um loysing her og nú, sigur formaður Javnaðarfloksins.


Leggja kongin

- Um Høgni Hoydal nú tosar um stig fyri stig, so má eg staðfesta, at nýggi formaðurin í Tjóðveldisflokkinum er ikki mentur at at halda fast við gomlu stevnu floksins, men heldur er farin yvir í stevnuskránna hjá Sjálvstýrisflokkinum og øðrum flokkum. Um hetta er støðan, so rokni eg við, at teir koma heim og leggja kongin, sigur Jóannes Eidesgaard.


Ikki sambandflokkur

Uppá spurningin, hvørt Javnaðarflokkurin ikki er bangin fyri, at fólk eru farin at hava ilt við at síggja mun á Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard, at sjálvsagt duga tey í flokkinum at síggja henda vanda. Men hann leggur dent á, at flokkarnir eru als ikki líkir, tó teir hava kunnað samstarvað í andstøðuni..

- Vit hava altíð verið ein progresivur flokkur í føroyskum politikki. Vit ganga inn fyri broytingum og at vit gerast sjálvbjargin politiskt og fíggjarliga. Men tað nyttar ikki at leypa nøkur lið um í hesi gongdini. Fullveldisætlanin fer eftir úrslitinum og so má arbeiðið gerast aftaná. Vit siga, at vit mugu gera arbeiðið fyrst, fyri síðan at síggja, hvat tað kann føra til og hvat vit megna. Vit kunnu ikki leypa á bláman, men hetta má gerast við skili, sigur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard.