Tað er designtoymið hjá Kia í Frankfurt, sum hevur teknað Stinger og stendur fyri framleiðsluni av bilinum. Fyri at tryggja sær at bilurin hevur somu koyrieginleikar og komfort sum týsku kappingarneytarnir hevur Kia fingið sær ekspertisu við at keypa ein av fremstu verkfrøðingunum hjá BMW.
Stinger GT hevur 3,3-litra V6 motor við 370 hk og koyrir frá 0-100 upp á 4,9 sekund. Hann er 4x4 við 8-trins automatgearkassa. Tað sigur nakað um bilin, at toppferðin er 270 km/t.
Stinger er ein stórur bilur, hann er 4,83m langur og 1.87m breiður. Viðførisrúmið er 406 litrar. Bilurin er sportligur yvir tað heila við t.d. 19” alufelgum, reyðum Brembo-bremsukalibrum og fýra útstoytsrør síggjast aftan eins og ljóðið frá V6 motorinum við dupultari turbo er nakað heilt serligt.
##med2##
Stinger GT er ein sera framkomin bilur, har til ber at broyta koyrieginleikarnar eftir egnum ynski. Við Drive Mode Select eru 5 ymisk koyriprogramm at velja ímillum, tey eru Comfort, Sport, Sport+, Eco og Smart. Bilførarin situr væl í flottu leðursetrunum við útsýni til Head-Up Display, har fleiri upplýsingar alla tíðina eru at síggja í forrútinum.
##med3##
Eins og allir Kia hevur Stinger GT eisini 7-ára garanti. Stinger kann síggjast og roynast hjá Bilrøkt í Stiðjagøtu.
##med4##