Stinga ella skera seg

Nógvir danskir sjúkrarøktarfrøðingar skera ella stinga seg av amboðum á arbeiðsplássinum Á hvørjum ári eru umleið 2.600 danskir sjúkrarøktarfrøðingar so óhepnir at stinga seg ella at skera seg av útgerð á sjúkrahúsunum. Tað vísa tøl hjá fakfelagi teirra, Dansk Sygeplejeråd.

Óhappini gera, at sjúkrarøktarfrøðingar liva við óttanum fyri at verða smittaðir við eitt nú hepatitis ella HIV.

Grethe Christensen, sum er næstformaður í Dansk Sygeplajeråd, sigur við DR, at tað er torført at sleppa undan, at sjúkrarøktarfrøðingar skera ella stinga seg í arbeiðinum, men at tað kortini ber til at avmarka tilburðirnar.

Tølini hjá felagnum vísa, at tað eru serliga teir ungu limirnir, sum skera ella stinga seg.