Stilt veður um vikuskiftið

DMI roknar við góðum veðri um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI roknar við góðum veðri um vikuskiftið. Tað var lítið av vindi, stóran part av tíðini undir 5 m/s, men tað fer at regna eitt sindur av og á.

DMI sigur, at í dag verða 3-8 m/s av útnyðringi, seinni minni vindur av ymsum ættum. Ælaveður, men eisini sólglottar. Í kvøld og í nátt mest turt og í løtum klárt veður. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 stig.

Sunnudagin verða 2-5 m/s av eystri ella ymsum ættum. Fyri tað mesta turt og nakað av sól. Út á dagin nakað av regni. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina niður í 3 stig.