Stilt veður í dag

Veðrið í dag sambært veðurstovninum DMI.

 

Tað verður eitt lot av útsynningi, 2-7 m/s, sum seinni snarar í ein útnyrðing.

 

Tað verður turt fyri tað mesta og sólin fer at síggja av og á. Tað verður eisini klárt veður um kvøldið.

 

Hitin alt døgnið fer at liggja millum 8 og 13 stig.