Í dag. Tað verður upp í eitt stívt andøvsgul av eystri, 5-10 m/s. Seinni snarar hann í ein landnyrðing og norðan. Tað verður samdrigið við ælum av og á. Í kvøld slítur í. Í nátt klárnar og tað tað verður turt. Hitin fer at liggja millum 8 og 12 stig.
Leygardagin. Tað verður upp í eitt stívt andøvsgul av norðri, 5-10 m/s. Seinni minkar hann vindi niður í 3-8 m/s. Sólin fer at kaga fram, men tað verða eisini einstøk æl. Hitin fer at liggja millum 7 og 11 stig.
Sunnudagin. Tað verður upp í eitt andøvsgul av landsynningi, 2-7 m/s, sum seinni snarar í ein landnyrðing og hann veksur vindin nakað, 5-10 m/s. Tað verður skýggjað fyri tað mesta og ælaveður. Hitin fer at liggja millum 7 og 11 stig.