Fitt av fólki hevði leitað sær niðan á Hotel Føroyar í gjárkvøldið til eykaaðalfundin hjá Eik Banka.
Felags fyri øll var helst, at tey hvør í sínum lag vóru nakað forsøgd. Helst høvdu tey ilt við at trúgva, at íløgan sum fyri fáum árum síðani var trygg sum eikin sjálv, nú er hoykna og liggur skerfløt fyri Finansiel Stabilitet.
Til aðalfundin hevði nevndin í Eik Banka valt at heitt á Fríðu Patursson, sakførara, um at stýra fundinum, og hon staðfesti skjótt, at fundurin var lógliga lýstur, og at eingi uppskot vóru komin inn til fundin, sum tískil bert hevði eittans punkt á skránni.
Frágreiðing nevndarinnar um støðu bankans og avtaluna við Finansiel Stabilitet smb. §246, stk. 2 í »lov om finansiel stabilitet« var almenna heitið á formansfrágreiðingini.
Nomið var við søguna hjá Finansiel Stabilitet, eins og Odd Bjellvåg greiddi frá um ymsu bankapakkarnar, sum skuldu tryggja donskum og føroyskum bankum at standa seg.
Hann greiddi eisini frá krøvunum hjá Fíggjareftirlitinum um solvens hjá ávikavist Eik Banka og Eik Bank Danmark sum endaðu við, at bankarnir skuldu hava ein basiskapital á 2,003 milliardir fyri Eik Bank Danmarks viðkomandi, sum svarar til ein individuellan solvens á 34,4% og fyri Eik Banka ein basiskapital á 2,285 milliardir svarandi til 25,1% í individuellum solvensi.
Eingin tíð
Odd Bjellvåg greiddi eykaaðalfundinum frá, at bankin eftir hansara tykki hevði fingið ringa viðferð frá Fíggjareftirlitinum, tí teir fingu ikki meiri enn snøggar 57 tímar at útvega neyðuga kapitalin, og tað sigur seg sjálvt, at tað var ikki nóg langt boð hjá nevndini at útvega meiri enn eina milliard til føroyska partin og einar 2,4 milliardir krónur til at bjarga øllum samtakinum.
»Keypsupphæddin er ásett til 0 krónur. Í mun til eginkapital bankans, sum pr. 30. juni 2010 var 1,347 milliardir krónur hevur hesin ikki nakað virði, og virðini á ognunum eru minkað meiri við virðinum av ábyrgdarpeninginum á umleið eina milliard krónur, ella 2,347 milliardir krónur tilsamans«, stendur at lesa í frágreiðingini.
Freistin hjá partaeigarum at lata inn uppskot til eykaaðalfundin var úti klokkan 18 mikukvøldið, og staðfestast kundi, at einki uppskot var komið inn. Tískil var bert kunningin hjá nevndini fyri á eykaaðalfundinum, og tað gav ikki fundinum nakran annan møguleika, enn at góðtaka avtaluna við Finansiel Stabilitet.
Hetta hendi eisini á eykaaðalfundi hjá Eik Bank Danmark, sum hevði sín fund klokkan 18 danska tíð, ella ein tíma undan fundinum í Føroyum.
Nevndin í Eik Banka hevur tískil nú bert eitt innantómt felag at stýra, og kann tí bert bíða eftir, at bankin verður seldur.










