Stilli áðrenn stormin

Glaður tónleikur, sum vísir nógvar ymsar kenslur og hugløg. Soleiðis lýsir Guðrun Sólja Jacobsen sjálv ta nýggju fløguna, sum verður at fáa mánadagin

Mánadagin verður fyrsta fløguútgávan hjá Guðruni Sólju Jacobsen send á gøtuna, og tað eru nógv, sum bíða í spenningi eftir júst hesi fløguni.
Høvuðspersónurin dylur ikki fyri, at henda fløgan er sera persónlig, tí at tekstirnir lýsa ógvuliga væl tær kenslur og tankar, sum hon sjálv gongur runt við, stendur at lesa á heimasíðu hennara.
Sum lagið "Lonely Waters", ið snýr seg um at skoða út á hav og leingjast eftir einum, sum stendur á hinari síðuni av havinum. Ella lagið "One In A Million", sum snýr seg um at taka teir møguleikar, ið standa einum í boði, tí kanska vísa teir seg aldrin aftur.
Guðrun Sólja Jacobsen hevur havt tætt samstarv við framleiðarar og sangskrivarar undir framleiðsluni av hesi fløguni. Teir eru Joakin Pedersen, kapellmeistari í Stjerne for en aften og Jesper Winge Leisner, og hon hevur givið teimum fleiri hugskot til tekstirnar.

Quiet Storm
Mánadagin verður útgávan hjá Guðruni at fáa til keyps. Fløgan hevur ellivu nýggj løg, sum eru útvald ella skriva til Guðruna. Tó er tað seinasta lagið "Promise Me", sum hon vann Stjerne for en aftan við. Lagið er spælt inn av nýggjum.
Fløgan hevur fingið heitið Quiet Storm, og Guðrun er avbera væl nøgv við fløguna.
? Eg eri sera, sera væl nøgd við úrslitið, sigur Guðrun, sum vísir á ta fyrstu stakfløguna, ið nevnist "You´re Mine". Hetta lagið ber brá av country tónleiki, sum Guðruni eisini dámar væl.
Síðan Guðrun vann Stjerne for en aften fyrst í apríl, hevur hon verið á palli umleið hálvthundrað ferðir, og hon hevur eisini verið í upptøkuhølunum við ókendum tónleikarum.
Hetta hevur verið ein kollvelting í lívi hennara, men Guðrun trívist væl í hesum umhvørvinum. Tað tekur sína tíð at venja seg við alt hetta nýggja, men hon nýtur eftir øllum at døma hvørja løtu.
Guðrun Sólja Jacobsen hevði føðingardag tann 11. juli, tá hon gjørdist 21 ára gomul.