Stilli í Klaksvík í dag

Teir gjørdu skjótt av í Klaksvík í dag. Í einstaklinga kappingini í talvi, sum hesa vikuna er í Skúlanum við Ósánna, endaðu øll fimm talvini í fjórða umfari, sum var seinnapartin, remis. Í fýra av talvunum tóku teir remis, áðrenn teir rukku tjúgu leikum.

Fyrrapartin var triðja umfar á skránni. Tá endaðu trý av fimm talvum javnt. Einastu vinnararnir í morgun vóru Finnbjørn Vang og Olaf Berg, sum harvið tóku seg eitt vet inn á oddafiskarnar eftir fýra tey fyrstu umførini, veteranarnir Rani Nolsøe og IM John Rødgaard.

Úrslitini í 3. umfari: Finnbjørn Vang-Terji Petersen 1-0, Ólavur Simonsen-Rani Nolsøe ½-½, Torkil Nielsen-Sjúrður Thorsteinsson ½-½, Andreas Andreasen-Olag Berg 0-1 og Martin Poulsen-IM John Rødgaard ½-½.

Í fjórða umfari seinnapartin endaðu øll talvini remis: Terji Petersen-IM John Rødgaard, Olaf Berg-Martin Poulsen. Sjúrður Thorsteinsson-Andreas Andreasen, Rani Nolsøe- Torkil Nielsen og Finnbjørn Vang-Ólavur Simonsen.

Støðan eftir fýra umfør: Rani Nolsøe og IM John Rødgaard 3,0 stig, Olaf Berg, -Andreas Andreasen 1-0, Olaf Berg og Martin Poulsen 2,5 stig, Torkil Nielsen, Finnbjørn Vang og Sjúrður Thorsteinsson 2,0 stig, Ólavur Simonsen 1,5 stig, Terji Petersen 1,0 stig og Andreas Andreasen 0,5 stig.

Fimta umfar verður klokkan týsdagin klokkan 14. Tá sær skráin soleiðis út: Ólavur Simonsen-Terji Petersen, Torkil Nielsen-Finnbjørn Vang, Andreas Andreasen-Rani Nolsøe, Martin Poulsen-Sjúrður Thorsteinsson og IM John Rødgaard-Olaf Berg.