Tað hendir ikki tað stóra á Leynavatni ein slíka stillan summarmorgun. Laksurin er ikki rieðiliga komin niðan enn, og bara okkurt hendinga smásíl kemur spakuliga sníkjandi undan vatnskorpuni. Kikkandi eftir ondini og tekur eitt sindur av ilt, sum steindeyða vatnið eftir øllum at døma hevur ov lítið av ein slíkan morgun.
Í slíkum løtum stendur mestsum alt kring teg stilt. Sjálvt tey altíð so málmiklu tjøldrini tykjast vera uppsteðgað. Ikki eitt kis hoyrist til teirra.
Tað sæst ein vørrur yviri undir Klyvjunum. Tað er helst ein villdunna ella ein topont, sum kemur svimjandi í konvoj við nøkrum ungum. Er so mikið langt burtur enn, at eg síggi ikki, hvat slagið er.
Uppi í haganum er seyðurin enn ikki farin at bíta. Er líka friðaligur sum alt annað í morgun. Sjálvt áin tykist liggja í Tornurósusvøvni. Fer sjabbandi oman við bakkanum. Ikki so frægt, at hon tutlar.
Mjørkaflókin móti Reynsatindi stendur í stað. Er ongan veg farin hesa løtuna.
Tað er bert konvojin, sum kemur hendanveg niðan efti vatninum, sum flytir seg. Tað er ein dunna. Einar fimm-seks ungar hevur hon afturút.
Alt tykist standa í stað. Uttan klokkan. Ivaleyst átti hon eisini at verðið steðgað eina slíka løtu.