-Tú ert við at taka við tí strævnasta arbeiðnum í heiminum.
Hesi vóru orðini hjá norðmanninum Trygvie Lie, tá hann handaði eftirmanni sínum Dag Hammarskjold starvið sum ST-aðalskrivari í 1953. Tað er eftir øllum at døma ikki stórvegis broytingar farnar fram síðan, tí aðalskrivarin tey seinastu 10 árini, Kofi Annan, hevur fleiri ferðir endurtikið gyltu orðini hjá Trygvie Lie.
Stóra arbeiðsbyrðan sum ST-aðalskrivari tykist kortini ikki at nerva øll. Uttanríkisráðharrin hjá Suður Korea, Ban ki- Moon, hevur seinastu mánaðirnar lagt nógv í at gerast eftirmaður hjá vælumtókta Kofi Annan í heita sessinum sum ST-aðalskrivari, og fyri góðum tveimum vikum síðan varð hann góðkendur av limalondunum sum komandi ST-aðalskrivari.
Tað er ikki hissini uppgáva at standa á odda fyri ST, sum telur heili 192 limalond. Men hvør er hesin asiatin, sum komandi fimm árini verður sýnisgluggin úti í heimi hjá ST ?
Asia átti tørn
Tað hevur mangan gingið hart fyri seg, tá nýggjur aðalskrivari skuldi kjósast, men hesaferð var ein rættiliga breið semja millum tey 192 limalondini um, at Ban ki-Moon var besta boðið. ST hevur siðvenju fyri at velja aðalskrivara upp á skift úr ymiskum heimspørtum. Seinastu aðalskrivararnir hava verið úr Evropa, Suður Amerika og Afrika, og tí varð mett hesaferð at, at Asia átti tørn.
Tað eru yvir 30 ár síðan, at aðalskrivarin var úr Asia. Frá 1961 til 1971 var U Thant úr Burma aðalskrivari.
Hóast sjey valevni vóru til sessin, gjørdist tíðliga greitt, at suðurkoreanarin fór at verða drúgvur. USA, sum vanliga spælur ein rættiliga týðandi leiklut í ST, vóru skjótir at stuðla Ban ki-Moon. Stuðulin kom ikki minst av, at USA og Suður Korea hava gjøgnum tíðina havt eitt gott samband. Nógv umrøddi ST-sendimaðurin hjá USA, John Bolton, segði hetta um nýggja ST-aðalskrivaran:
-Vit meta hann er rætti maðurin at stýra ST, serliga tá hugsað verður um, at ST hevur havt stórar trupulleikar av at fremja neyðugu bygnaðarbroytingarnar, um stovnurin skal endurvinna álitið á fólki.
Arbeiðsamur
Ban ki –Moon er ikki nakað kent andlit á altjóða pallinum. Fáur kendi nakað til mannin uttanfyri Asia, áðrenn hann valdi at stilla upp til starvið sum aðalskrivari. Tað er eisini vert at leggja til merkis, at tað eru ikki meir enn góð 15 ár síðan, at heimlandið hjá komandi aðalskrivaranum bleiv limur í ST.
Á persónligu síðuni verður hann skírdur at vera ein nærlagdur, stillførur og arbeiðssamur maður. Hann er eisini ein viðurkendur leiðari í Asia, og ein semingsmaður um ein háls. Hann ber ikki orð fyri at vera nakar litríkur persónur, men hinvegin ókarismatiskur. Fremsta uppgávan hjá aðalskrivaranum er mýkja og finna semjur millum limalondini, og tí meta eygleiðarar, at persónligu eginleikarnir hjá Ban ki –Moon kunnu vísa seg at vera ein styrkið hjá honum sum komandi aðalskrivari. Eygleiðarar siga, at suður koreanin fer óivað at ganga stillisliga við hurðunum, tí hann er kendur fyri at arbeiða handan politisku leiktjøldini.
–Eg síggi møguliga út til at vera bleytur, men tá veruliga stendur á, haldi eg meg ikki aftur við at taka eina greiða støðu, sigur Ban ki –Moon.
Umskipa Trygdarráðið
ST hevur seinastu árini verða noytt at lagt rygg til nógvar atfinningar. Felagskapurin verður ofta lagdur undir mutur, at vera ódemokratiskur og óeffektivur. Hesar ákoyringar hótta virðingina av felagsskapinum millum manna. Aðalmálið hjá nýggi aðalskrivaranum er at gera nakað við hesar trupuleikarnar.
Undir valstríðnum hevur hann lagt dent á, at ST eigur at lova minni og gera meir, sum hann málber seg.
Samansetingin í Trygdarráðið verður mangan havd á lofti sum ein leivd frá eini farnari tíð. Serliga India, Týskland, Brasilia og Japan kenna seg illa viðfarnan, tí tey meta, at tey eiga at vera fastir limir í Trygdarráðnum. Júst samansetingin av Trygdarráðnum er eitt aðalmál hjá nýggja aðalskrivaranum. Hann sigur seg ynskja eitt javnari býti millum heimspartarnir í Trygdarráðnum, men vil kortini ikki siga nærri, hvussu hetta býti eigur at vera.
Hetta verður ein stórur biti hjá Ban ki-Moon, tí rættiliga nógv sjónarmið eru um hvørjar broytingar eiga at vera framdar. Teir núverandi føstu limirnir USA, Rusland, Frakland, Kina og Ongland vilja ikki lata sessin frá sær, og tykjast fegin um verandi støðu, meðan tjóðir sum India, Týskland, Brasilia og Japan royna at trýsta á. At tetta veitina millum verandi limirnar og londini, sum ynskja fast pláss, verður ein stór avbjóðing hjá nýggja aðalskrivaranum.
Drúgvar royndir
62 ára gamli Ban Ki-Moon hevur drúgvar royndir sum diplomatur fyri Suður Korea. Hann hevur seinastu 37 árini verið í ymiskum diplomatiskum størvum. Seinasta hálvttriðja árið hevur Ban Ki-Moon verið uttanríkisráðharri hjá Suðurkorea. Undan tí var hann verið trygdarpolitiskur ráðgevi hjá tveimum forsætisráðharrum í Suður Korea. Sum diplomatur var hann útsendur millum annð í India, Eysturríki, Washington og hjá ST.
.
Keldur: BBC, Economist, Newsweek og Politiken
Fakta:
Navn: Ban ki-Moon
Føddur: 13.juni 1944
Útbúgving: Altjóða viðurskifti á Seol University í 1970
Størv: Trygdarráðgevið 1996. Varaforsetið í 2000. Uttanríkisráðharri 2004. Ótal av størvum sum sendimaður fyri Suður Korea , eitt nú Inda, Eysturríki, USA og ST.
Fakta: ST-aðalskrivarar
Trygvie Lie 1945-1953 (Noreg)
Dag Hammerskjold 1953-1961 (Svøríki)
U Thant 1961-1971 (Burma)
Kurt Waldheim 1972-1981 (Eysturríki)
Javier Perez de Cuellar 1982-1991 (Peru)
Boutros Boutros Ghali 1992-1997 ( Egyptaland)
Kofi Annan 1997-2006 (Ghana)
Ban ki-Moon 2007- ( Suður Korea)










