Stillar ikki upp til forsetavalið í Íslandi á hesum sinni

38 ára gamli landsliðsmálverjin hjá Íslandi, Björgvin Páll Gústavsson fer at taka av høvinum á einum øðrum sinni

Mong í Íslandi hava mett, at 38 ára hondbóltslandsliðsmálverjin hjá Íslandi, Björgvin Páll Gústavsson fór at stilla upp til íslendska forsetavalið í juni.

 

Men nú hevur Björgvin Páll Gústavsson alment boðað frá, at tað verður ikki á hesum sinni, at hann stillar upp til forsetavalið.

 

Björgvin Páll Gústavsson sigur, at hann fer at hugsavna seg um hondbóltin, familjuna og børnini. Men hann hevur ikki slept dreyminum um eina ferð í framtíðini at gerast forseti Íslands. Men hann heldur, at enn fattast honum nakrar lívsroyndir aftrat fyri at kunna gerast forseti landsins.

 

Björgvin Páll Gústavsson og liðfelagarnir á íslendska landsliðnum gjørdust nummar 10 til EM-endaspælið í Týsklandi.

 

Björgvin Páll Gústavsson venur Val, ið hevur Allan Norðberg á liðnum .