Kringvarp Føroya visti í dagsins Degi og Viku at siga, at Johan Dahl ikki stillar upp aftur til komandi løgtingsval. Tískil heldur hann heldur ikki á sum næstformaður í flokkinum eftir landsfundin um vikuskiftið
Eisini er greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen heldur framm sum formaður í Sambandsflokkinum. Freistin at stilla upp til formansvalið var av í morgun og sambært Kringvarpinum hevur eingin boðað frá, at teir stilla upp móti verandi formanni.