Rættiliga óvæntað hevur leiðarin hjá demokratunum í amerikanska senatinum, Tom Daschle, boðað frá, at hann fer ikki at stilla upp til forsetavalið í 2004.
Seinastu vikurnar hava fleiri demokratar kunngjørt, at teir ætla at royna at gerast forsetaevni hjá flokkinum, og tey flestu høvdu væntað, at Tom Daschle fór at taka somu avgerð. Men í gjár boðaði hann frá, at hann ætlar sær at halda fram í senatinum og arbeiðinum har.
Eygleiðarar í Washington halda, at av teimum, sum higartil hava boðað frá, at teir ætla sær at royna at gerast forsetaevni hjá demokratunum, eru tað serliga tríggir, sum hava møguleika at vinna uppstillingarvalini. Teir eru leiðarin hjá demokratunum í umboðsmannatinginum, Dick Gephardt, og senatorarnir John Edwards og John Kerry.










