Klokkan 14 verður maðurin, sum í gjár var handtikin, framstilaður í grundlógaravhoyring fyri hóttanir móti politinum.
Maðurin er gamal kenningur hjá politinum, og hann var handtikin í gjár, tá politiið leitaði eftir einum øðrum manni, sum ikki var møttur til avhoyringar í einumøðrum máli.
- Vit fingu at vita, at viðkomandi var inni hjá hesum manninum, sum hvørki vil hoyra ella síggja politiið. Endin var eisini, at maðurin uppførdi seg so illa við hóttanum og øðrum, at vit máttu handtaka hann, segði vakthavandi við in.fo í gjár.
Maðurin var við útrykningi koyrdur norður til Klaksvíkar í detentión, og verður førdur fyri ein dómara nú klokkan 14 í dag.









