Fýra fólk missa koyrikortið, tí tey hava koyrt við kenning. Hetta er í stuttum boðini frá vakthavandi á politistøðini í morgun.
Tvær kvinnur og tveir mans missa koyrikortið, tí tey hava koyrt við kenning um vikuskifti. Eisini hevur onkur smávegis bardagi verið í býnum. Annars hevur verið stak friðarligt, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.