Stilla upp til býráðsvalið

Suðurstreymoyar Javnaðarfelag hevur fyrsta uppstillingarfundin komandi mikukvøld Løgtingsvalið er farið afturum. Tingið er mannað og skipað, og nýggj samgonga og nýtt landsstýri hava tikið við. Næsta valið, ið stendur fyri framman, um einki óvæntað tekur seg upp, er kommunuvalið. Val verður í november, og nývaldu bý- og bugdarráðini fara at taka við á nýggjárinum.

Farið er so smátt undir fyrireikingarnar. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag boðar nú frá, at fyrsti uppstillingarfundurin til býráðsvalið í Havn verður mikukvøldið 2. apríl, tá ið felagið eisini hevur ársaðalfund. Vanliga plaga tríggir uppstillingarfundir at vera.