Leygardagin fór ein bilur útav við Hósvík. Førarin skuldi stilla útvarpið, so tað hoyrdist betri, men fór ístaðin útav vegnum.
Tvey fólk vóru í bilinum. Tey vórðu flutt á sjúkrahúsið, har tey fingu viðgerð fyri smærri snuddir.
Annars verður sagt av løgreglustøðini í Havn, at tað ikki hevur verið serliga nógv at gera hetta vikuskiftið, og Sundalagsstevnan spældi væl av.