Í dag Dýra biðidag kl. 18 verður ein heldur øðrvísi gudstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík. Urguleikarin spælir friðarlig løg, og ein trio kemur at syngja. Prædikan snýr seg um at vera stillur fyri Harranum, og tíð verður eisini til djúphugsan.
Dentur verður lagdur á at fáa eina stilla løtu, har vit kunnu stegða á og njóta kvirruna, í mun til allan tann meldur, vit uppliva í gerandisdegnum. Ein persónur kemur eisini at greiða frá, hvønn týdning tann stilla løtan hevur í hansara lívi. Gudstænastan endar við, at altarborðið verður dekkað. Gudstænastan verður kl.18