Hóast menn frá byggifelagnum høvdu tryggjað stilassið eftir arbeiðstíð fríggjadagin og aftur høvdu verið og kannað tað leygardagin, fór stilassið í vindinum. Tað hevur skrætt seg leyst, hóast tað varð fest við boltum.
Menn frá byggifelagnum og frá sløkkiliðnum vóru skjótir á staðnum og beindu stilassið av vegnum. Tað stóð á einum lítlum hálvtaki, og tað rakk heilt upp á fjórðu hædd. Tað var tí rúgvismikið, sum tað lá har á vegnum.
Tað er sett upp í sambandi við umfatandi umbyggingina av bygninginum, har Niels L. Arge heldur til. Tryggingarfelagið keypti hann fyri nøkrum árum síðani og arbeiðir í løtuni við at gera hann í stand, og ætlanin er at hava skrivstovur í honum.
Lítil skaði stóðst av tí koppaða stilassinum. Ein bilur, ið stóð parkeraður beint undir tí, fekk nakað av skaða, og bakrúturin brotnaði.
Løgreglan upplýsir, at stilassið varð tryggjað av Tryggingarfelagnum Føroyum.
So er spurningurin, um tryggingin tekur við í hesum føri.









