Stikkbóltur aftur á skránni

Tá føroysku kvinnurnar fyri tveimum árum síðani vóru í Mezzocorona í Italia, tóktist stikkbóltur at vera partur av loyndarmálinum handan góða úrslitið

Tað var tó kanska mest av neyð ta ferðina, tí teinurin til venjingarhøllina var somikið langur, at venjararnir sjáldan hildu hetta vera ómakin vert.
                      Ístaðin hugnaðu spælararnir sær við stikkbólti hvønn morgun, og hesa siðvenjuna hava venjararnir als ikki gloymt. Við í viðførinu, sum varð pakkað í Føroyum, vóru eisini tveir bleytir skúmbóltar, og hósmorgunin vórðu hesir tiknir fram til venjingina.
                      Sum vera man, so hóvaði hetta eisini spælarunum væl, og motivatiónin tókist vera í toppi, meðan spælt varð.