Stika seyð inni við ósjónligum stiki

Í Noregi hava tey uppfunnið eitt elekroniskt stik og endamálið við tí er, at tey, sum hava seyð, skulu sleppa undan at dragast við stik og pelar.

Øll, sum hava seyð, vita, at tað ikki er sum at siga tað at fáa seyð at vera akkurát har, sum tú ætlar tað, men at stika seyð inni er bæði dýrt og tíðarkrevjandi.

Men nú skrivar gransking.fo, frá norskum keldum, at tey í Noregi hava uppfunnið eitt elektroniskt stik, ið tey kalla NoFence.

Skipanin virkar soleiðis, at hvør seyður fær eitt elektroniskt hálsband. Ein GPS-móttakari vísir akkurát, hvar seyðurin er.

Tann, sum eigur seyðin, kann síðani leggja inn, akkurát hvar seyðurin skal sleppa at vera.

Fer eyðurin ov nær tí ósjónliga markinum, kemur eitt ávaringarljóð úr hálsbandinum. Heldur seyðurin fram, fær hann ein lítlan elstoyt úr hálsbandinum.

Eftir at hava fingið stoyt nakrar ferðir, lærir seyðurin, at hann skal venda, tá hann hoyrir ávaringarljóðið.

Gransking.fo skrivar, at skipanin hevur verið roynd eina tíð, men nú ætla granskarar at kanna, hvussu seyður trívist við nýggja hálsbandinum og um seyðurin verður strongdir av ljóðunum og elstoytunum.

Verða teir ikki tað, kann hetta elektroniska stikið skjótt verða gerandiskostur hjá teimum, sum fáast við seyð.