Stígur komin í valið í Klaksvík

Í Klaksvík høvdu 11 fólk fleiri valt fyrsta tíman í ár í mun til 2011. Kl 13 høvdu 86 færri valt enn við seinasta løgtingsval.

Í Klaksvík høvdu 11 fólk fleiri valt fyrsta tíman í ár í mun til 2011. Kl 13 høvdu 86 færri valt enn við seinasta løgtingsval.

 

Eitt barametur er tó, at tað eru um 100 fleiri brævatkvøður eru í ár, enn við valið í 2011. Hetta plagar at boða frá góðari valluttøku, so kanska rákið vendur seinni á degi.

 

Men tað, sum tey harmast um í Klaksvík er, at Gadus og Sjúrðaberg eru á fiskileið og hava ikki havt møguleika at velja. So har hanga eini 44 stemmur í leysum lofti. Tó náddi manningin á Næraberg at greiða brævatkvøðu, áðrenn teir fóru.

 

Nógvar plakatir og áminningar um at velja eru kring um í býnum, og nógv valevni eru eisini at síggja í býnum og summi teirra bjóðar flokslittar, vakrar køkur.