Stigini vórðu verandi

Kvinnuliðið hjá StÍF vann ein tryggan sigur á Kyndli sunnudagin og syrgdi harvið fyri, at tær eru tvey stig framman fyri havnarliðið, nú farið verður undir endaspælið.

Tvey av niðaru liðunum í Sunset-kappingini hittust á Skála sunnudagin. StÍF og Kyndil hava ein stóran part av kappingarárinum ligið lið um lið, og vann Kyndil dystin sunnudagin, so var javnt á stigatalvuni millum hesi bæði lið, nú farast skal undir endaspælið.

Javnt fyri steðgin
Í fyrra hálvleiki gekk tað eisini rættuliga javnt á. Liðini fylgdust væl, og sjáldan var nakar serligur munur á máltalvuni. StÍF hevði eina leiðslu upp á trý mál nakrar ferðir, men hvørja ferð megnaðu gestirnir úr Havn at svara aftur og koma upp á javnt.
Tað hevur munað væl hjá Kyndli, at gamli stórskjúttin hjá teimum grønu, Lotte Sørensen, er komin aftur á liðið, men sunnudagin var tað tó ikki nóg mikið, til at tær kundu fáa stig við sær aftur til Havnar.
Eftir at tað hevði staðið á jøvnum 14-14 í steðginum, lat StÍF ongan iva verða um, hvat var betra liðið í seinna hálvleiki.
Tað stóð á jøvnum 15-15, tá ið tríggir minuttir vóru leiktir eftir steðgin, men tók heimaliðið sær um reiggj, og næstu løtuna skoraðu tær fimm ferðir á rað, áðrenn Kyndil aftur vann vegin til meksarnar. Fýramálsleiðslan, sum StÍF tá hevði tilognað sær, var nóg mikið til at knekka Kyndil, og so hvørt sum hálvleikurin leið, øktist munurin millum liðini bara.
Tað endaði eisini við einum trivaligum sigri til heimaliðið, sum vann 31-23, og við sigrinum tryggjaði StÍF sær, at tær hava fimm stig, tá ið farið verður undir endaspælið, meðan Kyndil verður standandi á trimum.

StÍF-Kyndil 31-23(14-14)
StÍF: Poula D. Olsen 9, Rebekka Justinussen 6, Anna Danielsen 6, Súnfríð Jacobsen 5, Paula Høgnesen 2, Rósa Johansen 2, Malan Petersen 1
Kyndil: Súsanna Petersen 8, Lotte Sørensen 6(3), Ann-Mari Wang 3, Randi Wardum 2, Linda Weihe 2, Anya Midjord 1, Kari-Ann Petersen 1
Brotskøst: Kyndil 3(3)
Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 1
Dómarar: Kristian og Karstin Joensen