Stigini týdningarmest

Við tveimum málum og vunna frísparkinum til frísparksperluna frá Pejcic átti Hjalgrím Elttør sín avgjørda lut í sigrinum hjá NSÍ á ÍF.

Men heldur enn hetta, so fegnaðist hann eftir dystin um, at NSÍ hevði vunnið sær trý stig í truplum útidysti.

- Spælið er blivið betri og betri seinastu dystirnar, og í dag haldi eg, at vit vísa tað, sum vit kunnu.

Men tað sær út til, at tit koma ikki ígongd, fyrr enn tit hava skotið fyrsta málið?

- Nei, vit valdu at bíða eftir teimum, og tað gjørdi tað ikki verri, at vit komu á odda.

Og tá talan so er um trý mál av hasum slagnum, so kunnu tit illa vera annað enn nøgdir?

- Sjálvandi eru góð mál altíð stuttlig at fáa, men stigini vóru tey týdningarmestu. Tað var tað, sum vit skuldu hava, soleiðis at vit framvegis kunnu royna at hanga í toppinum, segði Hjalgrím Elttør.