Stigini fóru við vindinum

VB megnaði ikki at standa ímóti, tá NSÍ eftir steðgin fekk vindin í ryggin, og nú mugu vágbingarnir smyrja seg við heitinum sum botnproppur

Fótbóltur

Tá vágbingar tíðliga í ár fóru undir at fyrireika stóra 100 ára veitslu, var tað nokk ikki í tonkunum, at hendan samstundis væl kann markera eitt fyribils farvæl til fótbólt í fremstu røð.
Tapið fyri NSÍ sunnudagin saman við TB-sigrinum á Skála staðfesti nevnliga, at VB er niðasta liðið í Formula-deildini, nú bara tvey umfør eru eftir at spæla, og í løtuni tykist tað heldur ikki, sum eru vágbingarnir betri enn tað sama.

Dreymabyrjan
Sunnudagin var annars leingi orsøk til at halda, at VB kanska fór at smoyggja sær út botninum. Nakað av vindi var vesturi á Eiðinum, og fyri steðgin vóru tað vágbingarnir, sum høvdu hendan undan. Og tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn Dan Djurhuus við sínum 10. máli í ár hevði gjørt sær dælt av hesum.
Eftir hetta vóru tað kanska gestirnir, sum høvdu bóltin meira, men tað vóru enn einaferð vágbingar, sum skoraðu, tá bólturin aftur fann vegin til meskarnar. Og hesa ferð var tað Palli Augustinussen, sum skoraði. Palli hevur annars verið burturstaddur seinastu tíðina, men í trongdu støðuni hjá VB, nú hvørki Milan Kulic ella Edvard Ble vóru tøkir, játtaði hann at taka eina hond við hjá barndómsfelagnum.

Alt fall saman
Hóast aftanfyri, so vóru runavíkingar ikki heilt fyri ongum, tá teir fóru inn at hvíla seg. Spælið hevði fyri tað nógva verið á góðari leið, og kundu teir skora hampuliga skjótt, so var dysturin aftur víðopin.
Og tað var eisini júst tað, sum hendi. Seinna umfarið var ikki meira enn góðar fimm minuttir gamalt, tá Andy Olsen var rætti maðurin á rætta staðnum, og so trýsti NSÍ av álvara.
VB stríddist av øllum alvi, og teir hildu eisini móti trýstinum eina góða løtu. Men at enda fall múrurin. Við bara einum minutti millum málini skoraðu fyrst Jústinus R. Hansen og síðani Christian Høgni Jacobsen, soleiðis at lagnan hjá VB - fyribils í øllum førum - varð staðfest. Og í roynd og veru var hetta ikki stórt meira, enn serliga Christian Høgni Jacobsen hevði uppiborið. Landsliðsframherjin hevði fram til tá havt fleiri royndir í góðum skotstøðum, men hvørja ferð hevði tó eydnast Bjarna Johansen í málinum at vart fyri.

Eru heilt nær Europa
Soleiðis er nú av sonnum lagt upp til lagnudyst á Sevmýri um tvær vikur, og her er kravið til VB púrasta einfalt. Ein sigur skal til, um liði aftur skal klintra upp um keðiligu strikuna, og tó at alt ikki stendur og fellur við hesum dystinum, so er eingin orsøk at taka nakað annað fyri givið. Í øllum førum er hetta seinasti møguelikin hjá liðnum, um teir einsamallir skulu avgera sína lagnu.
Hjá NSÍ er talan hinvegin aftur um eina støðu, har liðið hevur møguleika at vinna sær heiðursmerki. Tað er ein støða, sum runavíkingarnir fleiri ferðir áður hava verið í hetta kappingarárið, men tað er tó sjáldan, at møguleikin hevur verið so eyðsýndur, sum hann er tað nú. Við heimadysti móti ÍF og útidysti móti KÍ eftir á skránni, munnu teir í NSÍ í øllum førum medda eftir seks stigum í teimum báðum seinastu dystunum, og kiksar Skála so bara einaferð, so verður talan aftur í ár um altjóða fótbólt við Løkin.