Heldur ikki í kvøld eydnaðist tað føroyska fótbóltslandsliðnum at vinna stig á heimavølli. Leygarkvøldið endaði tað við trivaligum 3-0 tapi ímóti Kekkia. Tá vóru føroyingarnir niðurspældir, og kekkiski sigurin kundi havt verið væl størri, enn hann var.
Í kvøld var mótstøðuliðið Albania, og hesaferð vóru teir 2500 áskoðararnir vitni til spenning og undirhald. Inntil síðsta bríksl var tað spenningur um úrslitið, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, vísti máltalvan 1-3.
Føroyska málið skoraði miðverjin Odmar Færø, tá ið vanliga tíðin var farin í fyrra hálvleiki. Væl upplagdi Jóan Símun Edmundsson legði við fínum frísparki úr vinstru, og á brotssparksblettinum var Odmar Færø avgjørdur, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið. Hetta var onnur ferðin, at Odmar var málskjútti á landsliðnum. Fyrra ferðin var 10. oktober í 2020 í Nations League dysti ímóti Lettlandi. Tá endaði tað 1-1 á Tórsvølli, og Odmar Færø, sum í kvøld var á landsliðnum fyri 52. ferð, javnaði til 1-1.
20 minuttir vóru farnir, tá ið Nedim Bajrami var leysur innanfyri verjuna og úr høgru sendi bóltin í handara síðunetið. Tað kundi verið verri, tá ið Albania eftir stóran hálvan tíma fekk brotsspark. Men Teitur Matras Gestsson, sum var sera stinnur í málinum, tveitti seg til høgru og stórbjargaði.
At Føroyar javnaðu dygst undan steðginum bar við sær, at heimaliðið fyrstu løtuna eftir steðgin spældi við dirvi og hugflogi. Tí var tað sum vátur vøttur, tá ið Kristjan Asllani við meistarligum skoti eitt vet úr høgru og úr 23 metrum sendi bóltin dygst undir handaru samankomingina.
So spentu heimamenninir álopsbogan. Tað bar við sær, at Albania vann seg til møguleikar í skjótum mótálopum. Men sum seinni hálvleikur leið, arbeiddu føroyingarnir fyri at vinna javnleik. Flytingarnar vóru góðar, sjálvsálitið var stórt, og í fleiri førum var møguleikin góður at skora. Odmar Færø var púra leysur mitt fyri, men tað kiksaði, tá ið hann ætlaði at seta fótin undir meistarliga frísparkssending úr vinstru frá innskifta Jóannesi Bjartalíð, sum fram ímóti dystarenda royndi seg við skoti úr høgru, men tað var bjargað til horna í handara borði. Og so var tað Andrass Johansen, sum við handara stólpa stútaði framvið handara stólpa, eftir at Jóannes Bjartalíð legði sera hegnisliga innfyri úr vinstru.
Umframt Jóannes Bjartalíð vóru Petur Knudsen, Andrass Johansen, Stefan Radosavljevic og Brandur H. Olsen skiftir inn, og Hanus Sørensen var nýggjur maður á vongverjanum í høgru. Tíverri eydnaðist tað ikki at javna. Heldur var tað Albania, sum í tíðini, sum dómarin legði aftrat, økti um munin til 3-1, tá ið Ernest Muci var leysur og skoraði.
Serliga síðsta hálva tíman var føroyska álopsspælið væl betur, enn tað hevur verið. Tað kostaði í verjupartinum, og tað er lítið hugaligt at standa eftir við 3-1 tapi. Men tann trupulleikin, sum leingi hevur verið í álopspartinum, var væl minni í kvøld, enn hann hevur verið.
Næsti dysturin hjá Føroyum verður 7. september ímóti Póllandi á útivølli.
Føroyar - Albania 1-3 (1-1)
0-1: Nedim Bajrami 20.
1-1: Odmar Færø 45.+1.
1-2: Kristjan Asllani 51.
1-3: Ernest Muci 90.+1.
Føroyar: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen (Petur Knudsen, 64.), Gunnar Vatnhamar (Brandur H. Olsen, 80.), Jákup B. Andreasen (Jóannes Bjartalíð, 46.), Sølvi Vatnhamar (Stefan Radosavljevic, 80.) – Jóan Símun Edmundsson (Andrass Johansen, 65.), Klæmint A. Olsen
Á beinkinum: Mattias H. Lamhauge, Bárður á Reynatrøð, Sonni Ragnar Nattestad, Hørður H. Askham, Rógvi Baldvinsson, Magnus Egilsson, Hannes Agnarsson
Gult kort: René Shaki Joensen
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze