Ítróttaklumma
Fyrsta eftirmetingin av júst lidna kappingarárinum í fótbólti var á skránni um vikuskiftið.
Ikki óvæntað var tað her sjálv kappingarskipanin, sum fekk mestu umrøðuna. Og tað var sum so eisini í fínasta lagi, nú veðrið eftir nøkur góð ár gav ilt av sær.
Eitt evni, sum tó ikki fekk umrøðu hesaferð, er skipanin við gulum kortum, sum eisini hevur verið nevnd onkra ferð í ár.
Tí tað er ikki í lagi, at eitt gult kort er eitt gult kort og annars punktum. Við verandi skipan verður eingin munur gjørdur á teimum brotum, sum føra til gulu kortini. Við øðrum orðum vil tað siga, at tey føri, har dómarin ivast í, um talan er um gult ella reytt, ella har ivamálið er, um brotið yvir høvur er til gult, verða revsað eins hart.
Og tað nýtist ikki nøkur serligt støddfrøðislig skipan til fyri at økja um rættvísi í hesum. Ein skipan, har gulu kortini verða graduerað – stigbend – í til dømis tríggjar flokkar, er sum so nóg mikið. Síðani kundu stig verið givin fyri hetta, eins og stig eiga at gevast fyri reyðu kortini, og so kunnu leikbannini raka, tá ávíst stigatal verður nátt.
Fleiri ferðir hevur verið frammi, at bissarnir sleppa ov væl á vøllinum. Ein slík skipan vil kanska ikki hava við sær, at hesir verða tiknir úr spælinum – og tað er heldur ikki meiningin. Men tað vildi havt við sær, at hesir verða revsaðir harðari enn teir, sum »bara« eru eitt sindur ólátaðir á vøllinum.
Sum er verður longu munur gjørdur á, hví spælarar fáa reytt kort, og hví skal tann munurin ikki eisini galda fyri tey gulu?