Dysturin millum tey bæði liðini sunnudagin er samstundis steypadystur, tí Fjarðastevna er á Skála.
Liðini eru væl mannað
Hjá báðum liðunum stendur væl til við fólki. Oddaliðið Skála hevur at kalla alt fólkið tøkt. Miðvallarin Nenad Stankovic er tó leikbannaður, tí hann hevur fingið fimm gul kort, og hann verður tískil ikki við sunnudagin.
Alexandur Johansen er á brúdleypsferð, men hann hevur heldur ikki verið við í ár, tí hann hevur verið skaddur alt árið, og tað sær út til, at hann skal leggjast undir skurð, áðrenn hann aftur verður á vøllinum.
Liðskiparin hjá Skála, Pauli G. Hansen, sigur, at hóast teir vunnu 5-1 á TB fyrr í ár, so er hann greiður yvir, at talan verður um ein heilt annan dyst sunnudagin, tí TB hevur bitið sera væl frá sær í ár, sigur hann.
Hjá tvøramonnum sær eisini gott út við fólki, tí allir eru tøkir uttan Daniel Nyarko, sum framvegis er skaddur. Royndi miðverjin hjá TB, Óli Johannesen, sigur, at tvøramenn eru ógvuliga uppsettir til dystin móti Skála, tí teir ætla sær at fáa uppreisn fyri lemjandi ósigurin í fyrsta umfarinum í ár.
- Í tí dystinum spældu vit helst vánaligasta dystin í ár, og vit skulu gera eitt nógv betur avrik sunnudagin, um vit skulu fáa nakað burtur úr dystinum, sigur Óli Johannesen.