Stigarík Firmakapping millum SPEKT og MAGN á FM1 í dag

(FM1) Hoyr Firmakappingina - spurnarkappingina - ið var millum SPEKT og MAGN fyrr í dag

##med2##

Fyrr í dag var Firmakapping - spurnarkapping - millum kendu SPEKT og MAGN á FM1, har serliga eina liðið fekk nógv stig.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra spennandi Firmakappingina, ið var á FM1 fyrr í dag: 

Kappast verður annars soleiðis komandi vikurnar: 

21. februar: Faroe Express (Tórshavn) - MRCC (Tórshavn)

21. februar verður lutakast um hvør skal møtast í undanhálvfinalunum og hálvfinalunum.

28. februar verða tvær undan-hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30. 

6. mars verða tvær hálvfinalur, tær verða klokkan 14.05 og klokkan 14.30.

FINALAN verður fríggjadagin 13. mars klokkan 14.10.

Høvuðsvinningurin er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.

(Firmakapping: SPEKT-MAGN)