Stigaleysir

Tað var einki lag á spælarunum hjá ÍF eftir dystin sunnudagin. Hóast tað enn eru 21 dystir eftir at spæla, sær verandi støðan á talvuni ikki sørt hættislig út. Við ongum stigi eftir seks dystum, og nú heima- og botndysturin móti VB/Sumba varð taptur, er bjargingin longur burturi, enn hon hevur verið áður.
Og heldur ikki hjá liðskiparanum, Høgna Zachariasen, var lagið nakað serligt.
 Vit selja okkum sjálvar alt fyri eitt. Teir fáa eitt bíligt mál, og so verður tað altso ræðuliga tungt hjá okkum at gera nakað.
Tað tykist kortini, sum fáa tit eitt ávíst trýst móti endanum. Høvdu tit alla tíiðina vónina um, at tað skuldi bera til.
 Partvíst, men eg haldi ikki, at vit trúgva nokk upp á møguleikan. Teir duga eisini væl at halda fast og at fáa tíðina at arbeiða fyri seg. So vit komu ikki nóg nær. Tað er tað stutta av tí langa, segði Høgni, sum als ikki tóktist hava nakað sum helst yvirskot at hugsa um komandi uppgávurnar.