Fleiri dystir hava í dag verið á skránni í triðbestu donsku deildini.
Og í trimum av dystunum, hevur tað verið við føroyskari luttøku.
Einasti føroyingurin, ið fór til hús við trimum stigum í dag, var landsliðsleikarin, Christian Lamhauge Holst. Hann og hansara liðfelagar vunnu útidystin móti Rishøj 2-0.
Í hinum báðum dystunum, fingu liðini við føroyskari umboðan javnt.
B1908, ið hevði Oddur Højgaard og Øssur Dalbúð við í byrjunaruppstillingini, spældi 0-0 á heimavølli móti Avarta. Báðir teir føroysku leikararnir fingu fulla spælitíð í tí dystinum, og tað hava teir eisini báðir gjørt tey seinastu nógvu umførini fyri B1908.
Seinasti dysturin, ið hevði føroyska luttøku var dysturin millum Odder og Svendborg í 2 divison vestur, har fyrrverandi føroyski landsliðleikarin, Julian Johnsson, er venjari hjá Svendborg.
Svendborg spældi á útivølli 1-1 móti Odder.
Svendborg liggur á løtuni nummar ellivu í 2 division vestur.
Í 2 division eystur, har Fremad Amager og B1908 spæla, er Fremad Amager á triðja plássi í deildini, meðan B1908 liggur á sjeynda plássið.










