Hóast AB hevur brúk fyri øllum góðum kreftum í løtuni, so kunngjørdi felagið fyri kortum, at toppskorarin, Stig-Roar Søbstad, ikki verður at síggja í AB troyggjuni framyvir. Hann hevur valt at skifta til B36, sum í fjør endaði aftanfyri AB á stigatalvuni.
– Tað var stuttligt at spæla í fjør, tí vit kláraðu okkum so gott, men í ár hava vit bara kempa í botninum. Eg havi ikki verið eins motiveraður í ár og tað er ein av orsøkinum til at eg velji at skifta frá AB, sigur Stig-Roar Søbstad.
Fíggjarliga støðan hjá AB hevur gjørt, at felagið fyrr í ár koyrdi allar spælararnir niður í løn. Eisini hava teir sagt farvæl við Tórð Thomsen, ið skifti til HB, og nú Stig-Roar Søbstad.
– Tað er tað klárt, at spælararnir hava krav uppá sínar pengar og fáa teir ikki tað, so ávirkar tað moralin, sigur Stig-Roar Søbstad.
Stig-Roar Søbstad hevur í ár skorað seks mál fyri AB, men hevur ikki funnið sama formin, ið hann vísti tá hann kom til felagið í seinasta summar.
– Eg havi sæð B36 spælt og mær dámar væl teirra spælistíð. Teir hava nógvar góðar álopskendar leikarar og koma til nógvar mál møguleikar. Eg kenni á mær at eg kann gera mun og vónandi kann eg hjálpa teimum, sigur Stig-Roar Søbstad.
Argjamenn og Stig-Roar Søbstad skiljast í sátt og semju og tað er einki ilt ímillum partarnir.
– Eg havi havt tað gott á Argjum og ynskji teimum alt tað besta. Vit skiljast sum vinir og eg havi verið og sagt farvæl og havi fingið bæði klemm og mussar, sigur Stig-Roar Søbstad við einum smíli eftir dystin ímóti ÍF.










