Stig á leiðini til sjálvræði

Orðapottur

Mong eru orðini, sum maðurin segði.

Tá ið tey øll verða latin út í stóra orðapottin, og potturin verður settur út á eldin og rørt verður í honum, so hann kann koma upp á kók uttan at kóka yvir, er ein spurningur, hvussu stór megi er í orðunum.

Tess fleiri eru av teimum innantómu og av teimum somu orðunum og ikki minst av teimum stóru orðunum, tess tynnri verður soðið og vandi verður fyri, at alt kókar upp í skúm og froðu, so eingin hevur møguleika at síggja veruleikan kláran og greiðan.

Og verður ov nógvur javningur gjørdur út á súpanina, verður vandi fyri, at alt endar í einum tjúkkum vavgreyti, sum eingin fær niðurum.

Hvat ið frægari ella verri er, kunnu vit so altíð fara at togast um.


Fullveldi ella samband

Tað er ein partur av fullveldismálinum, sum ikki hevur verið lagdur nóg nógvur dentur á.

Higartil hevur spurningurin verið:

skulu vit hava fullveldi

ella

skulu vit ikki hava fullveldi.

Sagt við øðrum orðum, so kunnu vit bert velja millum fullveldi og samband. Tað má siga seg sjálvt, at hetta er at gera ein samansettan spurning nóg so einfaldan.

Men ein triði møguleiki er, og hann eitur: »samstarv«.

Vit hava í nøkur hundrað ár verið í ríkisfelagsskapi við Danmark, og hvussu hann hevur gagnað Føroyum og Danmørkini, kunnu vit altíð skifta orð um.

At felagsskapurin ikki kann halda fram í tí líki, hann hevur verið í, er eingin ivi um.

At tað ber til at arbeiða seg fram til eitt betri samstarv bæði politiskt og fíggjarliga og innan øll samfelagsøki, skal heldur eingin ivi vera um.

Sum samráðingarnar hava tikið seg upp higartil, so er grund til at bera ótta fyri, at vit verða kollrend av donsku samráðingarumboðunum og vit fara at tapa meiri fyri minni. Og vandi verður fyri, at nógv umrøddi blokkurin verður minkaður burtur í einki eftir stuttari skiftistíð, uttan at vit fáa annað í staðin fyri.


»Samstarv«

Føroysku samráðingarumboðini eiga at dúva meira upp á eina samstarvsloysn, sum óivað bæði lættari og skjótari kann føra fram til nógv betri úrslit við nógv fleiri og størri møguleikum og perspektivi.

Stavnhaldið kann verða ein samstarvssáttmáli millum Føroya og Danmarkar, sum tveir javnbjóðis ríkispartar, har hvør parturin væl kann hava sína egnu grundlóg, um tað er neyðugt.

Og hvør parturin skal hava somu borgararættindi hvør hjá øðrum. Við einum tílíkum sáttmála verður alt at vinna og einki at tapa.

Í øðrum lagi kann Grønland koma upp í part sum triði javnbjóðis ríkisparturin í einum sameindum norður atlantiskum ríkisfelagsskapi stytt til SNAR.

Á enskum máli kann tað verða ? ikki USA ? men t.d. USNA ? United States of the North Atlantic.

Við tí sannroynd í huga, at samstarv ? fíggjarligt og politiskt ? er tað, sum gagnar øllum mest, kundu vit í triðja lagi borðreitt so mikið væl, at onkur annar fekk hug at vera við í felagsskapinum ? eitt nú Ísland ? ja, hví ikki.

Tað eru tær óroyndu loysnirnar, sum bera í sær møguleikarnar til framburð.

Tílíkar ríkisfelagsskapir kenna vit til bæði í USA og í Canada. Tað letur til, at tað gongur hampuliga væl hjá teimum, bæði so og so. Og hvør av hesum felagsskapum hevur bert eitt umboð í ST. Og at hugsa sær, at teir hava megnað hetta í semju.

Vit kunnu eisini.


Erling Simonsen