1. deild kvinnur:
StÍF-GÍ 28-12 (12-6)
Kvinnuliðini hjá StÍF og GÍ spældu sín dyst í sætta umfari mikukvøldið.
Og tað var oddaliðið, sum vann á botnliðnum, og tað við stórum muni eisini.
Eftir spæl í 10 minuttir hevð StÍF longu sett ferð á, og tær øktu bara um leiðsluna sum dysturin leið. GÍ-verjan var merkisverd ótøtt hesaferð, og tað var ikki sørt, at StÍF hevði spælandi lætt við at skora mál í seinna hálvleiki.
Í hálvleikinum var StÍF frammanfyri 12-6. GÍ helt nøkunlunda tørn í byrjanini av seinna hálvleiki, men eftir eitt korter datt alt niðurfyri, og skolaðu StÍF-málini inn.
Frá 12. minutti til 25. minutt gjørdi GÍ einki mál, og StÍF fór frá 18-10 og uppá 26-10.
Seinasta partin fekk GÍ tvey mál, men StÍF økti enn meiri um leiðsluna, so munurin í endaliga var ikki færri enn 16 mál, úrslitið var 28-12 til StÍF.
Úrslitið hevði við sær, at trý lið liggja á odda í deildini, og trý lið liggja jøvn í botninum. Saman við StÍF hava Kyndil og Neistin 10 stig, og saman við GÍ hava Stjørnan og VB tvey stig.