Púrasta óvæntað vann StÍF ein greiðan sigur, tá tær í dag settu skjøtul á hondbóltskappingina við heimadysti móti VÍF.
VÍF varð mett sum favorittur undan dystinum, men longu fyri steðgin gjørdi StÍF greitt, at tær ikki høvdu nakrar ætlarnir um at leggja seg skerflatar fyri mótstøðuni.
Fyrra hálvleik gekk javnt á, og tað gjørdi tað eisini fyrsta lítla korterið eftir steðgin. Avgerandi løtan kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá gestirnir fingu tríggjar útvísingar í fimm minuttir. Hetta gagnnýtti StÍF til at vinna seg frá 15-13 upp á 21-14, og so hevði VÍF einki at svara aftur við.
Hjá StÍF var Fríðrún Danielsen besti málskjútti við sjey málum. Tóra Seloy og Liljan Djurhuus skutu fimm mál hvør fyri VÍF.
StÍF-VÍF 24-19 (9-8)