StÍF úr botninum

Strandingar vunnu á Team Klaksvík, og eru nú nær við at fáa samband við ovara bólkin

StÍF-Team Klaksvík 36-28 (18-16)

 

Ein dystur í bestu mansdeildini í hondbólti var í dag, tá StÍF tók ímóti Team Klaksvík.

 

Talan var um tey bæði niðastu liðini í deildini, og við sigri kundi Team Klaksvík leggja seg ájavnt StÍF. Hinvegin kundi heimaliðið næstan fáa samband við tætta oddastríðið, um teir vunnu, og tað var júst tað, sum hendi.

 

Fyri steðgin var ikki tann stóri munurin, tó at vertirnir vóru á odda, men stutt eftir steðgin kom avgerandi løtan. Team Klaksvík fekk tvær útvísingar, og hesum gjørdu teir hvítu sær av álvara dælt av, og so gjørdist munurin somikið stórur, at spenningur als ikki kom í dystin aftur. Besti málskjútti hjá StÍF var Sveinur Justinussen, sum skeyt 9 mál. Zarko skeyt 11 av málunum hjá gestunum.

 

Við sigrinum hevur StÍF nú seks stig. Og eru teir ájavnir við Kyndil. Team Klakvík hevur framvegis tvey stig.

 

Ein dystur í Atlantic Airways-kappingini verður í morgin, tá Neistin tekur ímóti H71.