StÍF og Stjørnan spældu eina sera tætta uppgerð á Skála í kvøld.
Fyrst og fremst var talan um uppgerð, sum kundi gera av, hvat lið endar aftast í Elektron-deildini, og nú tykist mest sum greitt, at tað verður Stjørnan, sum fær tann heiðurin.
Tað vóru annars gestirnir, sum løgdu best fyri á Skála, og í steðginum vóru tær fýra mál frammanfyri.
StÍF svaraði aftur beinan vegin eftir steðgin, men tað eydnaðist ikki at koma fram um mótstøðuna. Tað vil siga, at hetta eydnaðist ikki í 29 minuttir.
Tí í seinasta minuttinum koppaði alt til heimaliðið, sum skoraði tvær ferðir, soleiðis at tær stóðu eftir við stigunum, hóast Stjørnan hevði verið á odda í tað allar mesta av einum tíma.
Við sigrinum hevur StÍF nú sjey stig. Stjørnan er aftast við trimum stigum.
StÍF-Stjørnan 23-22 (7-11)