StÍF krøkir seg í oddin

Kyndil mist alt á gólvið seinastu 20 minuttirnar, tá strandingar stríddu seg til týðandi sigur

Tað var at kalla seinasta útkall hjá bæði StÍF og Kyndli, tá mansliðini hjá feløgunum dystaðust í dag. Skuldi munurin upp til oddin ikki økjast, so ráddi um at vinna, og hetta eydnaðist hjá StÍF.

 

Tað var annars Kyndil, sum hevði munin stóran part av fyrra hálvleiki, og teir vóru eisini á odda í steðginum.

 

Men eftir steðgin gekk heilt galið hjá vertunum. StÍF við bæði Leivi Justinussen og Paula G. Hansen á liðnum át fyrst leiðsluna upp, áðrenn teir vunnu seg nøkur mál framum. Kyndil royndi at svara aftur, og eitt nú mansverdu teir Svein Justinussen, men StÍF hevði størru orkuna at enda, og so vunnu teir seg upp á 8 stig, meðan Kyndil enn stendur á 6 stigum.

 

Fyri StÍF skeyt Sveinur Justinussen 6 mál. David Edvardsen var besti málskjútti hjá Kyndli. Hann skeyt 8 mál.

 

StÍF-Kyndil 29-26 (12-15)