KÍF hevur annars verið oddalið størsta partin av kappingini, men tapið í dag ber við sær, at teir fyribils hava mist hesa støðu.
Talan var um javnan dyst mest sum allan vegin, og tað var ikki fyrr enn í seinastu minuttunum, at heimaliðið av álvara fekk skotið seg framum.
Sigurin ber við sær, at StÍF nú er nummar fýra í deildini, og teir eru soleiðis í ferð við at gerast partur av oddastríðnum. KÍF misti oddasessin við tapinum, men við 14 stigum eru teir framvegis á finalukós.
Besti málskjútti hjá StÍF var Jógvan G. Joensen, sum skeyt 8 mál. Tað sama gjørdi Hans Eli Sigubjørnsson hjá KÍF.
StÍF-KÍF 29-24 (15-13)