StÍF hongur í

Strandingar vunnu í kvøld móti KÍF, og halda tí framvegis fast í finaluvónini

 

 

StÍF heldur fast í møguleikanum at vinna seg í FM-finaluna í manshondbólti.

 

Í kvøld vitjaði KÍF á Skála, og her gjørdist talan um sera tætta uppgerð. StÍF var fyri tað nógva á odda, men gestirnir hingu alla tíðina væl í, og intensiteturin í dystinum var alla tiðina til staðar.

 

Ikki minst var hetta galdandi seinastu minuttirnar. Tríggjar minuttir fyri leiklok kom heimaliðið upp á 30-28, men hetta varð eisini seinasta málið, sum StÍF fekk í dystinum. Tað eydnaðist tó bert kollfirðingum at skora ta einu ferðina hesar seinastu minuttirnar, og so kundi StÍF seta tvey stig afturat inn á kontina.

 

Støðan í Atlantic Airways deildini er nú, at KÍF er á odda við 23 stigum fyri 16 dystir. VÍF hevur 22 stig fyri 17 dystir og StÍF hevur 18 stig fyri sínar 17 dystir. H71 hevur 16 stig fyri 16 dystir.