Kyndil hevði ein av sínum heilt góðu døgum, tá teir í dag vitjaðu á Skála, har StÍF hevði finalumøguleikan at spæla fyri.
Frá byrjan leyp Kyndil avstað. Mest sum alt bar til hjá teimum grønum, meðan lítið og einki gekk hjá VÍF, og tað var skjótt, at gestirnir høvdu vunnið sær eina trivaliga leiðslu.
Og hendan kom ongan tíð í vanda. StÍF fekk heldur betri skil upp á spælið hjá sær, men teir vóru ongan tíð í nær námind at hótta Kyndil, og so fekk finaludreymurin eitt ordiligt skot fyri bógvin.
Heilt stóri maðurin hjá Kyndli var Høgni Klein Olsen, sum skeyt ikki færri enn 18 mál. 11 av hesum vóru við brotskasti, men tað hoyrir til avgjørdu undantøkini, at ein og sami maður fær somikið nógvar strikur á dómaraseðlinum.
StÍF-Kyndil 25-38 (13-19)